Sprotin

Sprotin

Del

SPROTIN er forlag, sum gevur upprunabøkur og týddar bøkur út. SPROTIN hevur bókaklubba. SPROTIN

Orð & Tónar í Reinsarínum 20. august 18/08/2026

Orð og tónar - Tann stóra lívæðrin, ótespiliga katólska vaskaríið og eitt russiskt skarnsvætti

Saknur hevur verið í Orð & Tónum, sum Reinsaríið og Sprotin skipaðu fyri í mong ár. Vælfagnaða tiltakið verður nú tikið uppaftur. Eitt hóskvøld um mánaðin við práti um bøkur saman við góðum tónleiki.

Orð & Tónar í Reinsarínum 20. august Saknur hevur verið í Orð & Tónum, sum Reinsaríið og Sprotin skipaðu fyri í mong ár. Væl fagnaða tiltakið verður nú tikið uppaftur. Eitt hóskvøld um mánaðin við práti um bøkur saman við góðum tónleiki. Uni Holm Johannesen, Hans Jacob Kollslíð og Jonhard Mikkelsen skipa kv....

Sviar virðismeta týðingarnar hjá Jákupi í Skemmuni 06/07/2026

Hjartaliga til lukku við svenska heiðrinum.

Sviar virðismeta týðingarnar hjá Jákupi í Skemmuni Letterstedtska föreningen í Svøríki hevur gjørt av at lata Jákupi í Skemmuni týðaraheiðursløn í ár. Uppgávan hjá Letterstedtska föreningen er at stimbra felagsskapin millum Norðurlond í visindum, list og ídnaði. Felagið letur árliga einar 2–3 milliónir í stuðli til arbeið...

Photos from Sprotin's post 18/06/2026
18/06/2026

STUDENTAGÁVA🇫🇴🇫🇴🇫🇴

Ivast tú í, hvat tú skal geva studentunum til gávus, so er henda bókin eitt ógviliga gott boð. Hon er viðkomandi, upplýsandi og forvitnislig🙌🧑‍🎓

Bókin kann keypast í bókasølum kring landið og á sprotin.fo.

https://sprotin.fo/news/1228/krigsharrin-i-kreml-putin-og-hansara-tid

08/06/2026

Bakið á pápa/ Niels Fredrik Dahl

BAKIÐ Á PÁPA eftir Niels Fredrik Dahl lýsir royndirnar hjá einum ungum manni at liva í einum heimi, hann ikki skilir, men sum hann kortini berjist fyri at verða partur av. Ein vaksin sonur, sum kemur til sættis við, hvør pápi hansara var og bleiv.

Hetta er stór og djúp skaldsøga, eym, myrk um ætt og kærleika, sum tekur teg á búri, um drong og mammu hansara, sum bæði eru knýtt saman av einsemi – einum einsemi, ið gongur í arv.

Søgan um barndómin hjá pápanum, er grundað á gomul skjøl, brøv og myndir, sum lógu eftir hann. Pápin veksur upp í Egyptalandi, hjá fremmandafólki í útjaðaranum í Oslo, á kostskúla í Genève, á hotellum ymsastaðni í Evropa, sum stevnir beint inn í eitt heimskríggj.

Fyri skaldsøguna fekk Niels Fredrik Dahl Bókmentaheiðursløn Norðurlanda í 2024.

Jákup í Skemmuni týddi.

Bókin kostar 298,- og kann keypast her: https://sprotin.fo/products/1201/bakid-a-papa

03/05/2026

…hmm…so var enn ein gjøgnumskriving av nýggju skaldsøguni liðug…og enn ein verkæltlan komin so mikið undir land, at eftir einar tvær gjøgnumskrivingar afturat kann hetta gevast út í bók í heyst sum skaldsøga undir heitinum…:…
JENSEN/ein óævisøga

…ella líka veit eg…ið hvussu er limraði íspegilin soleiðis í morgun…:..

Ó-ævisøga, tú álvara,
Er sum at nevna tað kálvara,
Tá horn og ein hali,
So heftast á kali,
At bóndin má brúka revolvara.

Og má bóndin brúka revolvara,
Ber als ikki til í álvara,
At lesa tað líkið,
Sum tá legst í díkið
Og kynjar um kúgv til kálvara

Tí kynjast um kúgv til kálvara,
Kann eingin uttan revolvara,
Longur skilja ein skitt
Tað skynsemis-splitt,
Sum er óævisøga í álvara.

…mong er ævin óævisliga søgd…

27/04/2026

Vestursandur/Ingeborg Arvola

Ger skommin nakað, tá ið hann er við mær í henni?

Brita Caisa sleppur úr fongslinum eftir at hava sitið har, tí hon hevði havt ósømiligt samlív við Mikko. Nógv við barn stígur hon út í kavan, hon veit ikki, hvagar hon skal fara. Hon droymir um eitt heim, eina timbursmáttu. Mikko situr framvegis inni, og enn veit hann einki um barnið, sum Brita gongur við.

Vestursandur ger ferð við okkum til Neiden og Pykeijä í 1862, út á váðamikla hvalaveiði og ein tølandi amerikubát, út í hart timbur­arbeiði og glóðheita baðstovu, inn í lívshættisliga svart­sjúku og stóran kærleika.

Fyrra bindið "Knívin í eldin" gav Sprotin út í 2025.

Edvard S. Olsen týddi.

Bókin kostar 348,- og kann keypast her: https://sprotin.fo/products/1203/vestursandur

Ein góð apríl søga 30/03/2026

Nú er at lesa føroyskt!

Ein góð apríl søga Á ólavsøku í fjør hittu Þóra og eg Einar Már Guðmundsson í Reykjavík. Sigast má, at tað er altíð áhugavert at hitta henda mannin, sum er so fullur av søgum, at alt umhvørvið verður livandi.

Vil du placere din virksomhed øverst på Mediafirma-listen i Vestmanna?
Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.

Kategori

Adresse


Hornavegur 12
Vestmanna

Underretninger

Bliv den første, der får besked: Vi sender dig en e-mail, når Sprotin offentliggør nyheder og tilbud. Din e-mailadresse bliver ikke brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Tilmeld dig

Vi meddeler dig, når der sker noget i Vestmanna.