Vítt til Veggja
Vítt til Veggja er ein heilsustevna, sum varpar ljós á heilsufremjandi holistiskar viðgerðarhættir fyri kropp, sinn og sál ❣️
Stevnan verður 26.-28.
sept 2025 í Sjónleikarhúsinum í Havn 🌟
Fylg við á síðuni, so tú verður kunnað/ur um luttakarar og skrá 🌸
27/09/2025
Vítt til Veggja heilsustevnan er byrjað! 🤩
Setanin verður kl 13 😍
Vælkomin oman í Sjónleikarhúsið 🎭
24/09/2025
✨Upplatingartíðir í vikuskiftinum ✨
21/09/2025
📣📣📣 Her kanst tú hitta teir flestu luttakararnar á Vítt til Veggja heilsustevnuni😍
🌸Skráin er eisini løgd út á Facebook síðuna, og har sært tú nær og hvørjar fyrilestrar og verkstovur tey hava✨
✨Stevnan er opin leygardag kl 11-18 og sunnudag kl 13-18. Prísur fyri ein dag er 100 kr, sum kann gjaldast við dyrnar✨(150 kr fyri báðar dagarnar)
21/09/2025
📣📣📣So er skráin klár til komandi vikuskiftið! 👏
🌸Tú kanst gleða teg til hópin av áhugaverdum básum, fyrilestrum og verkstovum 🤩
🌸Fyri at tryggja tær pláss á verkstovunum, ert tú vælkomin at melda teg til við at senda okkum eini boð her á Vítt til Veggja Facebooksíðuni 🤩
Síggjast í Sjónleikarhúsinum vikuskiftið 27. og 28. september! Kostnaður at koma inn er 100 kr við dyrnar 😀
Obs: Broytingar kunnu koma fyri í skránni, men vit uppdaterað leypandi 😇
14/09/2025
📣📣📣 Her kunnu tit hitta nakrar stevnuluttakarar aftrat, sum vera við á Heilsustevnuni ‘Vítt til Veggja’ í sjónleikarhúsinum 27.-28. sept! 🤩
Vit gleða okkum 😍
05/09/2025
📣📣📣 Niðurteljing til heilsustevnuna: Vítt til Veggja, sum verður í Sjónleikarhúsinum 27.-28. sept!! 🌸 Vit gleða okkum sera nógv 👏 So nógv spennandi verður á skrá! 😍
Hitt nakrar av luttakarunum her 🥰
🌼Um tú trýstir á eina mynd, stendur meira um luttakaran undir myndini🌼
Tit koma at hoyra um fleiri luttakarir leypandi 🤩
17/08/2025
📣📣📣Nú nærkast til heilsustevnuna í Sjónleikarhúsinum 27.-28. sept 2025! ✨
Nógv spennandi verður aftur á skrá í ár, m.a.:
💌 Ein rúgva av áhugaverdum fyrilestrum.
💌 Søla av krystallum, steinum, burðardyggum endurnýtsluvørum og berfótaskóm.
💌 Hópin av forvitnisligum básum, sum umboða ymsar viðgerðarhættir.
Skráin kemur skjótt - stay tuned! 🤩
24/06/2025
📣📣📣 NØKUR FÁ PLÁSS EFTIR!
🌸Kom og ger Vítt til Veggja meira fjølbroytt við tínum íkasti 🤗🤍
🌸Melda teg sum básluttakara áðrenn Early Bird endar 1.juli! 🏠(1500 kr pluss mvg)
🌸20 onnur hava longu melda seg til! ☑️
🌸Skriva til okkum á okkara Facebook síðu ✍️
🌼 Vilt tú hava bás á Vítt til Veggja 2025? 🌼
📣📣📣Tú kanst vera við til at gera stevnuna fjølbroytta og áhugaverda!
Kom og luttak við bási á Vítt til Veggja – Føroya størsta heilsustevna – í Sjónleikarhúsinum í Havn 27.–28. september 2025.
📌 Early bird tilboð er galdandi til 1. juli 2025.
Prísir:
• 1.500 kr + mvg (áðrenn 1. juli)
• 2.000 kr + mvg (eftir 1. juli)
Tað fært tú við í prísinum:
• Bás við skilaveggjum
• Møguleika at halda fyrilestur og/ella verkstovu
• 3 fríbillettir til stevnuna
• Felags døgurða leygarkvøldið saman við øðrum luttakarum
Hvør kann vera við?
Øll, sum vilja bjóða eina heilsufremjandi uppliving – antin kropsliga, sálarliga ella andaliga.
📲 Tú kanst skriva beinleiðis her á síðuni, so senda vit tær meiri kunning og tilmeldingarskjal.
Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.
Kontakt virksomheden
Telefon
Internet side
Adresse
Sjónleikarhúsið
Tórshavn
100