Norðurlandahúsið í Føroyum - The Nordic House in The Faroe Islands

Norðurlandahúsið í Føroyum - The Nordic House in The Faroe Islands

Del

Venue for contemporary Nordic art and culture: concerts, exhibitions, films, theatre, dance, literature events, etc. It challenges us, impresses us, excites us.

The café serves homemade, organic, and healthy food. KJAK
Vælkomin at viðmerkja :-) Gev gætur, at roknað verður við, at allar viðmerkingar eru siðiligar og kunnu vera partur í einari sunnari og góðari kjakmentan. Viðmerkingar, ið hinvegin vera mettar at flyta kjakið burtur frá tí, ið kjakast verður um, viðmerkingar við ljótum og niðrandi orðum, við hatskum orðingum, fordøming og álopi á ávísar per

05/08/2026

"Eg havi verið nógv á Linnean Society, har øll djór, plantur osfr. eru flokkað og verða umrødd sum statiskir lutir. Eg legði serliga merki til tað kenda Systema Naturae hjá Carl Linneus og byrjaði at hugsa um at gera eitt Systema Naturae, ið ger umstøður fyri, at okkurt kann blíva, í staðin fyri eitt system yvir lutir, sum ‘eru’."

- Vár Samuelsen

⏳ Síðsti møguleiki at síggja summarframsýningina Scherzo – føroysk samtíðarlist er 9. august.

Finissage er 7. august kl. 16.00 🥂

📸 Finnur Justinussen / Leit

Photos from Norðurlandahúsið í Føroyum - The Nordic House in The Faroe Islands's post 04/08/2026

"Mær dámar verk, ið lýsa tíðarandan og onkursvegna eru aktivistisk, og eg tykist ofta fara aftur til upprunahugskot, sum eg annars hevði vrakað ella ikki givið mær størri far um."

- Dan Helgi Helgason í Gong

⏳ Síðsti møguleiki at síggja summarframsýningina Scherzo – føroysk samtíðarlist er 9. august.

Finissage er 7. august kl. 16.00 🥂

📸 Finnur Justinussen / Leit

Finissage fyri Scherzo – føroysk samtíðarlist 03/08/2026

SUMMARFRAMSÝNINGIN – síðsti møguleiki 📣

Vilt tú síggja Scherzo – føroysk samtíðarlist eina síðstu ferð, áðrenn framsýningin letur aftur?

Vit runda av við einari finissage, har Kinna Poulsen, kurator, greiðir frá framsýningini. Vit fáa eisini eitt innslag frá listaduoini SUPERVISJÓN og sjálvandi eitt glas við onkrum góðum. Fleiri av listafólkunum verða til staðar.

Síðst, men ikki minst, leggja vit spildurnýggja framsýningarkatalogið fram, sum er prentað í avmarkaðum upplagi og verður til keyps á degnum.

Øll eru vælkomin til finissage

👉 Fríggjadagin 7. august kl. 16.00

Finissage fyri Scherzo – føroysk samtíðarlist Síðsti møguleiki at síggja summarframsýningina

02/08/2026

"Í málninginum sæst ein firvaldur sveima gjøgnum eitt landslag, har tað ikki er greitt, hvat er upp, og hvat er niður. Eins og framsýningarheitið hevur hetta myndevnið greið tónlistalig hugasambond. Í yrkingini Scherzo hjá Bergliot Heinesen møta vit eisini eini sveimandi veru, samstundis sum ting koppa, umskapa seg og seta ættarskilið undir trýst. Har er okkurt við tí myndini, sum tykist serliga sigandi, eisini tá um okkara tíð ræður."

- Jens Dam Ziska

⏳ Síðsti møguleiki at síggja summarframsýningina Scherzo – føroysk samtíðarlist er 9. august.

Finissage er 7. august kl. 16.00 🥂

📸 Finnur Justinussen /

01/08/2026

"Tá eg seti meg við mítt arbeiðsborð, endurtaki eg somu rørslu hvønn dag: seti kaffikoppin á borðið, taki ein blýant ella pensil í hondina og seti oddin á eina flatu. Fyrst er myndin kám, sum ein nál sum seymar inn og út, upp og niður, higar og hagar. Hvat hendir nú? Hvat kemur aftan á?"
- Silja Strøm

Síðsti møguleiki at síggja summarframsýningina Scherzo – føroysk samtíðarlist er 9. august.

Finissage er 7. august kl. 16.00 🥂

Photos from Norðurlandahúsið í Føroyum - The Nordic House in The Faroe Islands's post 31/07/2026

“Standmyndirnar byrjaði eg uppá fyri áleið tíggju árum síðani, tá eg sá eitt betonggólv, ið var brekkað upp, og jarnið, ið skuldi styrkja gólvið, var brádliga blottað og stóð beint upp í loft. Tað var okkurt vakurt í tí destruktiva, og haraftir legði eg knappliga til merkis líknandi støður ymsa staðni í almenna rúminum, men eisini í ævigu miðlaringrásini, har vit síggja myndir av oyðiløgdum býarrúmum og heimum.”

- Jóhan Martin Christiansen

Síðsti møguleiki at síggja summarframsýningina Scherzo – føroysk samtíðarlist er 9. august.

Finissage er 7. august kl. 16.00 🥂

📸 Finnur Justinussen / Leit

Rupert G. Marshall-Luck og Em Marshall-Luck (UK) 31/07/2026

Summartónar: Rupert G. Marshall-Luck og Em Marshall-Luck 🎶🇬🇧

Rupert G. Marshall-Luck er kendur fyri beinraknu og gløggu tulkingar sínar og spælir á festivalum og tónleikapallum um alt Evropa, USA og Suðurafrika. Konsertir og innspælingar hansara hava vunnið honum altjóða viðurkenning frá eitt nú BBC Music Magazine og Gramophone.

Mánadagin hevur tú høvi at uppliva hann saman við Em Marshall-Luck.

Ókeypis konsert 👉 3. august kl. 15.00

Rupert G. Marshall-Luck og Em Marshall-Luck (UK) SUMMARTÓNAR 2026: Klassiskt

30/07/2026

“Eg arbeiði tilvitað við tekstili, tí hesin miðil fangar okkara sansir. Tilfarsliga snýr tað seg um taktilitetin í vovnu og bundnu stykkjunum. Hvussu vit kenna tilfarið, og hvussu okkara húð minnist yvirflatuna.”

- Randi Samsonsen

Síðsti møguleiki at síggja summarframsýningina Scherzo – føroysk samtíðarlist er 9. august.

Finissage er 7. august kl. 16.00 🥂

📸 Finnur Justinussen / Leit

28/07/2026

GÓÐA ÓLAVSØKU! 🇫🇴

Norðurlandahúsið er opið:
28. juli kl. 11.00-16.00
29. juli kl. 11.00-16.00

Síggjast!

27/07/2026

Í dag, 27. juli, verður ælabogaflaggið vundið á stong 🏳️‍🌈

Vit gera tað, tí vit trúgva upp á eitt samfelag, har pláss er fyri fjølbroytni, og har øll kunnu vera tann, tey eru, og verða møtt við virðing.

Latið okkum minnast til at virðismeta og stuðla hvørjum øðrum – eisini í gerandisdegnum.

Góða Pride ❤️🧡💛💚💜

Vil du plassere din virksomhed på toppen av Kunst & Underholdning-listen i Tórshavn?
Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.

Telefon

Internet side

Adresse


Norðari Ringvegur
Tórshavn
100