Hespan
Hetta er ein síða við hondlitaðum tógvi‚ kryddað við ymiskum øðrum kreativum av og á �
Iblástur til vikuskiftið og stokkarnar 🌸
Hesar eru allar til keyps hjá elsabech 🌸🌸🌸
Tónleikurin passar til kensluna
Hettar er eitt støtti prosjekt sum hevur verið frammi og pakka niður leingi
Nú eri eg komin so langt og uppskrift er í ger
Ein yes kensla!
Hopi tú fært eina ella hevur eina yes kenslu !
Gott vikuskifti ❤️🌸
Eitt sindur festligur má man vera
🤍🧡🩶🩷💚🩵💛🤎
22/04/2026
5 bundin pløgg eg kundi hugsa mær.
Hóast mær dámar væl at binda, so tekur tað so mikið langa tíð at binda eitt plagg, at eg komi aldrin ígjøgnum øll ynskini. Tí havi eg leingi hugsað um, at gera bindilistar at deila við tykkum. Listar við sniðum sum eg haldi eru flott og kanska onkrar listar við teimum trendunum sum eru á veg. Eg kundi kanska heldur kallað hetta fyri bindiíblástur?
Hetta er fyrsti listin, alt eru ikki summarpløgg sum aðrastaðnis, vit búgva tros alt í Føroyum har tað ber til at brúka flestu troyggjur alt ári, uttan so at tað er eitt motiv sum er rættað beinleiðis móti tíðini, so sum jólatroyggja..... ikki tað, um man hevur hug til jól í juli, so go for it 😉
Rekkjufylgjan er tilvildarlig
1. lyra blouse (dansk) frá Aegyoknit, Karoline Skovgaard Bentsen
2. Camisole No. 12 – My favouritethings knitwear
3. Sweater No. 28 – My favouritethings knitwear
4. Puntar – Heimaputl
5. No 12 troyggja - Liljan av Fløtum
So er kastað uppá til troyggjuna sum dóttirin hevur ynskt sær sera leingi.
Har er nokkso nógv á ynskilistanum hjá teimum í húskinum. Tað er kanska eitt luksusproblem 🤭
Tips til at seta tveir litir saman
Um tú bindur mynstur, er gott við stórum muni á litunum, so at mynstri sæst væl
Dótturin hevur eitt heilt bestemt ynski til eitt plagg. Litirnir hesaferð eru lilla og grønt.
Keygardagin í páskaferiuni vóru vit ein túr inni hjá í Tóbúðin Hjá Gitte í Trongisvági, ein lekkur tógvhandil.
Dótturin valdi sær tveir litir frá av Fivel hjá Rauma.
Spennandi prosjekt 💜💚
Páskaprosjektið í ár er ein troyggja til Ingerð.
Hon er vaksin úr næstan øllum troyggjunum, so tað trongdi til.
Hon hevur valt sær litir og avgjørt mynstrið.
Tað er gott at hava hana við í sniðgevingini, so eri eg vís í at henni dámar troyggjuna 🩷🩷🩷
Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.
Kategori
Kontakt virksomheden
Website
Adresse
Streymnes
435
Underretninger
Bliv den første, der får besked: Vi sender dig en e-mail, når Hespan offentliggør nyheder og tilbud. Din e-mailadresse bliver ikke brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.