Kodio

Kodio

Del

Tí tað er lætt. For more than a decade, Kodio has designed and developed digital solutions which have generated significant value for our clients.

Whatever your business needs, we listen and relate to make sure we meet your expectations. We are with you every step from strategy to implementation, and we are not afraid to make decisions or speak our honest opinion along the way.

03/10/2026

Better late than never 👀 Vælkomin á Kodio-liðið, Benjamin!

Tann 3. august fingu vit enn ein kreativan knokk á liðið – Benjamin Hansen!

Skopuningurin ið er fullur í lívi, skemti og villum hugskotum, við rótum úr mentabygdini Skálavík, har mangt eitt skapandi menniskja er runnið upp úr tí mergjaða jørðildinum. 😄

Tað er ikki tað ting, ið Benji ikki finnur útav. Hann er grafikari í forritara og forritari í grafikara – og sum um tað ikki var nóg mikið, dugir hann eisini sera væl við einum myndatóli. 📸💻

Benjamin kemur við kreativiteti, góðum lag og nógvari orku – og trívist serliga væl, tá eitt hugskot skal takast frá “hvat um vit…” til nakað, sum faktiskt riggar.

Og ja… av og á kemur hann dansandi eftir gongini og fær alt upp at flúgva. 🕺😄

Vit eru glað fyri at hava teg við á liðnum – vælkomin til Kodio, Benjamin! 💙

02/10/2026

Vælkomin á liðið, Fríði! 👋

Vit hava fingið ein nýggjan sølumann á Kodio-liðið – Fríði Dalsgaard!

Vestmenningur við havnarblóði – ella havnarmaður við vestmannablóði? Vit lata Fríða sjálvan avgera tað. 😄

Fríði er fittur, framligur og álítandi, og eitt er heilt vist: Fær Fríði eina uppgávu, so verður hon loyst. Punktum. 💪

Tá hann ikki er til arbeiðis, dámar honum væl at spæla kurvabólt 🏀 – so liðspæl er honum ikki heilt ókent.

Við Fríða á liðnum vita vit, at bólturin ikki verður sleptur. 😄

Hjartaliga vælkomin til Kodio, Fríði! 💙

28/08/2026

Tá tú hugsar Shopify, so hugsar tú Kodio 💚💙

Hjá Kodio gera vit Shopify-loysnir, sum eru lagaðar eftir tørvinum hjá tínari fyritøku – bæði til sølu á netinum og í handlinum.

Vit eru Shopify Partner og kunnu hjálpa tær allan vegin – frá sniði og uppseting til menning, integratiónir og support.

🛒 Shopify webshop
💳 Kassaskipanir til handilin
🎨 Serstakt snið og branding
⚙️ Menning og integratiónir
📦 Uppseting av vørum og gjaldsloysn
🤝 Support og víðari menning

Við Shopify kanst tú savna nethandil og kassaskipan í einari loysn, so vørur, søla og goymsla hanga saman.

☕ Støkk inn á gólvið til ein kaffimunn og eitt gott prát, ella ring til okkum á +298 200 000 – so finna vit røttu loysnina til teg og tín handil.

Photos from Kodio's post 28/08/2026

50 ár – og ein nýggjur samleiki. 💙

Í gjár hátíðarhelt Kvívíkar Skúli 50 ára føðingardag, og vit vóru við til at leggja nýggja visuella samleikan hjá skúlanum fram.

Við íblástri úr bygdini og tí ríku søgu hon hevur, hevur skúlin fingið eitt búmerki og ein samleika, sum peikar frameftir – men samstundis hevur eina greiða rødd í staðnum, søguni og umhvørvinum.

Ein serlig og spennandi uppgáva, sum vit eru glað fyri at hava verið partur av.

Hjartaliga til lukku, Kvívíkar Skúli! 🎉

25/08/2026

Benjamin: 😱🤺🥷👀

Photos from Kodio's post 24/08/2026

Tøkni snýr seg um meira enn kodu og skíggjar. 💻✨

Aftanfyri alt, vit gera í Kodio, eru fólk við ymiskum førleikum, sum hvønn dag arbeiða saman um at skapa góðar loysnir.

Frá menning, KT-skipanir, marknaðarføring, design, branding og kreativt arbeiði – tað eru nógvir ymiskir førleikar, sum skulu spæla saman, tá ein góð loysn skal skapast.

Og mitt í øllum arbeiðinum er eisini pláss fyri einum práti, einum góðum látri og einum kaffikoppi. ☕️

Tí tað eru fólkini, hugskotini og samstarvið, sum gera Kodio til Kodio. 💙

19/08/2026

Vælkomin á liðið, Emma! 👋💙

Mánadagin byrjaði Emma Langgaard Nagurset hjá okkum í Kodio, har hon kemur at hjálpa til í køkinum og syrgja fyri, at vit hava tað gott í gerandisdegnum. ☕️🥪

Men Emma hevur eisini áhuga fyri marknaðarføring, og tí fer hon av og á at hjálpa marknaðardeildini við eitt nú Shopify og SoMe. 📱💻

Vit eru ordiliga glað fyri at hava Emmu við og gleða okkum til tíðina saman! 🙌

Sig hey við Emmu! 👋

17/08/2026

📞 Nýtt nummar – somu góðu loysnir!

Vit hava fingið nýtt telefonnummar: +298 200 000 🎉

Hevur tú tørv á eini nýggjari heimasíðu, marknaðarføring, intraneti, grafiskum samleika – ella bara eitt gott prát, afturvið góðum kaffi? ☕️

Ring til okkum á 200 000 – so finna vit eina loysn saman. 🙌

12/03/2026

Nýtir tú meta lýsingar til at røkka út í heim, kemur tú møguliga at gjalda eitt "staðargjald" omaná títt ásetta budget.

Sum eitt svar uppá "Digital Services Taxes" (DST) kemur Meta at seta eitt gjald á lýsingar, sum vera vístar í útvaldum londum. Hetta kemur í gildi 1 juli 2026.

Nýggjur stjóri í Terminal.fo - Eysturoyarportalurin 04/03/2026

Vit eru sera spent, at hava fingið Levi Nybo settan sum stjóri á terminal.fo 🥳

Vit leggja stóran dent á víðari menning og vøkstur, og verður Levi ein tíðandi partur í hesum ætlanum.

Terminal.fo, sum er partur av Kodio samtakinum, er millum størstu veitarar av gjaldsloysnum í Føroyum.

Les fullu greinina niðanfyri 👇

https://www.eyp.fo/nyggjur-stjori-i-terminal-fo/

Nýggjur stjóri í Terminal.fo - Eysturoyarportalurin Tíðindaskriv/ Kodio Terminal.fo hevur sett Levi Nybo í starv sum stjóra. Levi hevur seinastu 17 árini arbeitt á Føroya Tele, sum vinnuráðgevi og við ábyrgd av terminaløkinum. Við Levi og hansara […]

Vil du placere din virksomhed øverst på Reklame- Og Marketingselskab-listen i Strendur?
Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.

Kategori

Adresse


Heiðavegur 100/2. Hædd
Strendur
600

Åbningstider

Mandag 08:00 - 16:00
Tirsdag 08:00 - 16:00
Onsdag 08:00 - 16:00
Torsdag 08:00 - 16:00
Fredag 08:00 - 16:00

Underretninger

Bliv den første, der får besked: Vi sender dig en e-mail, når Kodio offentliggør nyheder og tilbud. Din e-mailadresse bliver ikke brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Tilmeld dig

Vi meddeler dig, når der sker noget i Strendur.