RIST
Á RIST fært tú siðbundnan mat, gjørdur úr bestu rávørum og á karráan hátt - á eini grill. Tað, sum eyðkennir RIST er hugni, tænasta og góður matur.
Maturin verður borðreiddur í nútímans, hugnaligum hølum á matstovuni í Saltangará.
25/07/2026
Upplatingartíðir á ólavsøku 🇫🇴
Vit hava stongt ólavsøkuaftan, 28. juli, og ólavsøkudag, 29. juli.
Vit hava opið aftur sum vanligt frá 30. juli.
Vit ynskja øllum eina góða ólavsøku og gleða okkum at síggja tykkum aftur ❤️
Døgurðin fer í summarfrí ☀️
Í viku 30, 31 og 32 verður ongin døgurði á RIST. Kokkarnir fara at hvíla seg og løða battaríini, so vit kunnu koma sterkt aftur mánadagin 10. august.
Matstovan er tó opin sum vanligt hvønn dag frá kl. 17.00 til 22.00. Bílegg borð her https://bord.rist.fo
Vit ynskja øllum okkara gestum eina góða summarfrítíð og gleða okkum at síggja tykkum á RIST ❤️
08/07/2026
RIST Í SALTANGARÁ FINGIÐ ATKOMULYKILIN
Vit fegnast um at Ása Olsen, forkvinna í MEGD, nú hevur handað ein MEGD-lykil til Signar Nielsen, stjóra í Rist.
Matstovur, ið hava góða atkomu kunnu søkja um at fáa MEGD lykilin, um tær hava góða atkomu, góða atkomu til vesi, bjóða møguleika fyri at fáa ovurviðkvæmis vinarligan mat, her undir laktosu- og glutenfrían mat, og hava góð parkeringsviðurskifti.
Hesi viðurskifti hava sum heild stóran týdning fyri fólk, ið bera brek ella hava varandi sjúku, um tey skulu sleppa inn í bygningar, fram at ymisligum umhvørvi og øðrum hentleikum og tænastum, sum tøkar eru og verða veittar almenningi. Privatar eindir, sum veita hentleikar og tænastur, sum eru almenningi tøkar, skulu tí eisini vera atkomuligar fyri øll.
MEGD ynskir Rist hjartaliga til lukku við MEGD lyklinum
Í samband við mentanarvikuna í Runavíkar Kommunu hava vit sett saman eitt forkunnugt tilboð.
Fyri einans 495 kr. bjóða vit:
Búff við soppasós
og omaná eina leskiliga Crêpes Suzette
Crêpes Suzette er ikki á okkara vanligu matskrá, so her er talan um eitt forkunnugt høvi at royna nakað serligt.
Vit gleða okkum at taka ímóti tykkum 😁
30/03/2026
Soleiðis hava vit opið um páskirnar 🐣 Matskráin sæst á www.rist.fo, og har ber eisini til at bíleggja borð.
Ongin døgurði er á middegi um páskirnar.
25/03/2026
Búff til valkvøldið 😃
Løgtingsvalið verður í morgin, hósdagin, og tey flestu ynskja at hugna sær heima við teimum nærmastu og onkrum góðum at eta. Kokkurin stendur tó klárur við grillina valkvøldið og er tilreiðar at grilla búffar til bílegging út av húsinum.
Tað ber til at bíleggja av vanligu matskránni, sum sæst á heimasíðuni hjá RIST her: www.rist.fo
Set teg í samband við okkum og bílegg ein góðan búff til valkvøldið
📞 +298 209020
📧 [email protected]
🌍 www.rist.fo
02/01/2026
Ongin døgurði er í dag, 2. januar. Døgurðin er aftur at fáa mánadagin 5. januar
Ongin døgurði er 29. og 30. desember. Døgurðin er aftur at fáa mánadagin 5. januar 2026 🙂
Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.
Kategori
Telefon
Website
Adresse
Heiðavegur 44
Saltangará
600
Åbningstider
| Mandag | 17:00 - 22:00 |
| Tirsdag | 17:00 - 22:00 |
| Onsdag | 17:00 - 22:00 |
| Torsdag | 17:00 - 22:00 |
| Fredag | 17:00 - 22:00 |
| Lørdag | 17:00 - 22:00 |
| Søndag | 17:00 - 22:00 |
Underretninger
Bliv den første, der får besked: Vi sender dig en e-mail, når RIST offentliggør nyheder og tilbud. Din e-mailadresse bliver ikke brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.